2025-01-03 18:31
Flakatrolarin Enniberg er farin nýggjan túr í Barentshavi, teir loystu av Havnini seint í gjárkvøldið, tað eru 34 mans við hendan túrin, skipari er Karl Danielsen.
Teir kunnu í ár fiska bæði norsku- og russiskukvotuna í norskum sjógvi.
Enniberg er í kvøld staddur norðast í føroyskum sjógvi, teir koma helst á fiskileið á Trettanda dag jóla.
Vit ynskja teimum góðan túr.
Vit eru 34 mans umborð og Karl Danielsen er skipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald