Annað

Enn ein nýggjur eiturkoppur her á landi

Tann 01.02.2024 var enn eitt nýtt eiturkoppa slag funnið í Sørvági, aftur hesaferð var hann funnin í simulator húsinum uppi á Hálsi.

2024-02-14 19:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað koma alla tíðina nýggj sløg inn í landi við ymiskum farmi, hesin eiturkoppurin var funnin í pakninginum sum var rundan um simulator hylkið.

Talan er um eiturkoppin Eratigena saeva sum stavar frá suður og vestur europa og Finnlandi, hann er tó eisini funnin í nógvum øðrum londum í europa og skandinavia men har er hann meira sjáldsamur.

Hesin eiturkoppurin er sera nær í ætt við størstu eiturkopparnar vit hava í føroyum, nevnliga Pakkhúseiturkoppin Eratigena atrica sum nørist væl í Føroyum og Eratigene duellica eiturkoppin, Eratigena duellica eiturkoppurin er bert staðfestur at verða funnin einaferð áður, sløgini kunnu bert greinast frá hvørjum øðrum við at leggja kynsgøgnini undur sjóneyku.

Orð og mynd: Rodmund á Kelduni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder