2022-07-18 21:42
Hesir stovnar hava sum kunnugt ein sjálvstøðugan rakstur við egnari leiðslu.
Eg kenni onki til, at starvsfólk hjá Bústøðum ella Realinum eru verri fyri enn aðrir starvsbólkar.
Er tað nú blivið uppgávan hjá Starvsfelagnum at reka politikk og avgera hvørjar avgerðir politiska skipanin skal taka.
Er starvsfelagið blivið ein politiskur felagsskapur, ella kanska ein undirdeild hjá Javnaðarflokkinum?
Endamálið við umskipanini hevur einki við starvsviðurskiftini hjá teimum starvsfólkum, sum arbeiða á SL at gera.
Ongin hevur ætlað sær at taka nøkur sum helst rættindi frá hesum starvsfólkum.
Formaðurin í Starvsfelagnum vísur til “skandaluna” Postverk Føroya.
Tað kundi verið hóskandi at spurt formannin í Starvsfelagnum hvat alternativ landsstýrið hevur í mun til Posta?
At skerja virksemið felagsins niður aftur til bert at umfata postútbering, sum landskassin so átekur sær fyri síðani at rinda einar 20 mill. kr. árliga fyri hesa tænastu?
Avleiðingin hevði eisini verið hópuppsagnir.
Er hetta forsvarligur fíggjarpolitikkur og/ella starvsfólkapolitikkur?
Í dag starvast eini 150 fólk á Posta, og felagið gevur yvirskot.
Felagið rekur virksemi í kapping við privatar, og tí hevur landsstýrið eisini eina ætlan um at einskilja felagið.
Hetta eigur at vera gjørt skjótast gjørligt, tí tað almenna skal sjálvandi ikki á henda hátt kappast við privatar.
Javnaðarflokkurin er sær sjálvum líkur.
Bjarni Hammar segði í somu tíðindasending, at tað er Løgtingið sum skal bestemma hvussu ferðaætlanin hjá SL skal síggja út.
Álvaratos Javnaðarflokkurin, nær koma tit víðari?
Skal okkara lóggávuting nú eisini áseta nær bussurin skal koyra til flogvøllin ella nær skipini skula sigla?
Øll vita, at skipini hjá SL eru niðurslitin, og verandi gongd kann ikki halda fram.
Eisini vita øll, sum eru í politisku skipanini, at skal ein endurnýgging av flotanum fara fram yvir fíggjarlógina, so verður einki skip endurnýggjað fyrstu 5 – 10 árini.
Tað er avgerandi neyðugt at fáa loyst hesa uppgávu.
Endamálið at umskipa SL er ikki at taka nøkur rættindi frá nøkrum starvsfólkum.
Endamálið er at endurnýggja flotan skjótast gjørligt.
Nýggj skip hava ein munandi bíligari rakstur, krevja minni umvælingar og nýggju skipini verða eisini ein munandi betri tænasta fyri tey, sum búgva á útoyggj, har onki vegasamband er.
Annars byggir ætlanin at umskipa SL á eitt einmælt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum væl og virðiliga hevur mett um støðuna hjá SL.
Ætlanin byggir eisini á tilmælir, sum leiðslan fyri SL fleiri ferðir hevur víst á.
Eftir hondini eru tað bara Javnaðarflokkurin og Starvsfelagið sum vilja, at onki skal henda við SL.
Christian Andreasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald