Politikkur

Elsebeth Mersedis Gullleygsdóttir spyr um gjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum

Elisabeth Mercedes Gunnleygsdóttir spyr - Er ætlanin at avtaka gjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum og nær

2022-09-07 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Munnligur fyrispurningur 

eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Evni: Gjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum. 

Spurningar: 

1. Er ætlanin at avtaka gjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum og nær?
2. Um ja, hvussu ætlar landstýrismaðurin so at tryggja sær, at standardurin í tunlunum ikki fellur?
Viðmerkingar:
Tá uppskotið um Norðoyatunnilin bleiv lagt fram, var ferjusambandið um Leirviksfjørð komið á eitt vegamót.Ferjurnar og ferjulegurnar vóru ótíðarhóskandi og útslitnar, og stórar íløgur skuldu gerast, um haldast skuldi fram við ferjusambandinum. Upphæddir sum minst 400 mió. kr. vórðu nevndar. 

Heldur enn at brúka minst 400 mió. kr. til ferjur og ferjulegur varð samtykt at seta 235 mió. kr. í Norðoyatunnilin. Restina, uml. 170 mió. kr., skuldi brúkarin rinda umframt raksturin av tunlinum. 

Norðoyatunnilin kann sostatt sigast at vera ein tann besti handilin, sum landskassin nakrantíð hevur gjørt, um hugsað verður um alternativið. Tunnilin spardi landskassanum ein meirkostnað uppá uml. 170 mió. kr.umframt raksturin av tunlinum. Hann hevur soleiðis onki kostað landskassanum, men tvørturímóti spart landskassanum hundraðtals milliónir. 

Nevnast kann eisini, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall væntandi koma at kosta 522 mió. kr., og at har verður ókeypis at koyra. 

Avtalan var, at tá brúkarin av Norðoyatunlinum hevði goldið tær uml. 170 mió. kr., skuldi tunnilin verða ókeypis at koyra ígjøgnum og gerast partur av øllum landsvegakervinum. Um ikki landsins ovasti myndugleiki virðir hesa avtalu, svarar tað til at áleggja brúkaranum at gjalda út í tað óendaliga fyri nakað, sumlongu er goldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder