Mentan

Ellisheimið á Sýnini 50 ár, røðan hjá Eyð Ellingsgaard, stýrisforkvinnu

Ellis- og Avlamisheimið í Vágum varð tikið fram, sum mest modernaða ellisheimið í danska kongaríkinum, tá tað varð vígt í 1972 fyri júst 50 árum síðani. 

2022-07-02 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Góðu gestir, búfólk og starvsfólk. Hjartaliga til lukku við 50 ára føðingardegnum.

Mest framkomna ellisheim í ríkinum

Tað er ikki ov nógv sagt, um vit staðfesta, at Vágar og fólk í Vágum hava gingið undan á eldraøkinum í Føroyum. 

Tí Ellis- og Avlamisheimið í Vágum varð tikið fram, sum mest modernaða ellisheimið í danska kongaríkinum, tá tað varð vígt í 1972 fyri júst 50 árum síðani. 

Ei dáni í, at fólk í oynni og í landinum sum heild, vóru stolt av heiminum, sum seinni fekk navnið á Sýnini.

Hugsanirnar um eitt ellisheim í Vágum vórðu fyrstu ferð bornar fram á torg stutt eftir kríggið. Tá stríddust kommunurnar í oynni fyri, at varðveita sjúkrahúsið í Sandavági, sum bretar høvdu bygt til sínar hermenn.

Tá ið tað ikki eydnaðist teimum, var so borið upp á mál, at skipa eitt eldrabýlið i oynni í staðin. Men Rom varð sum kunnugt ikki bygdur eftir einum degi, og tað varð ellisheimið her vesturi heldur ikki.

Sofía Højgaard Ellefsen gekk undan

Málið um eldrabýlið fjaraði burtur aftur, til heimasjúkrasysturin Sofía Højgaard Ellefsen í  1958 legði fram eitt  ítøkiligt uppskot fyri kommunurnar í Vágum um, at skipa eitt eldrabýlið í sethúsunum hjá Honnu Johansen á Tormansbakka í Miðvági.

Hanna skuldi sleppa at verða har, saman við teimum gomlu, til sín doyggjandi dag afturfyri at lata húsini til endamálið.

Ein nevnd varð sett at virka fyri málinum við Sofíu sum forkvinnu  og Petur Jacob Sigvardsen sum skrivara og kassameistara.

Landsmyndugleikarnir tóku ikki undir við, at umbyggja sethús til eldrabýlið, og mælti teimum til at byggja nýtt hús. Og tí heitti nevndin longu í 1961 á Palla Gregoriussen, arkitekt, um at gera skitsuprosjekt til eitt ellis- og avlamisheim í Miðvági. Á skitsutekning hjá Gregoriussen, dagfest 30. oktober 1961, hevur hann staðfest ellisheimið á Garðamørk í Miðvági.

Kommunurnar í Vágum tóku allar væl undir við málinum, men  landsmyndugleikarnir vóru trekir, og tað hildu vágafólk lítið um.

Tað endaði við, at Mogens Wahl ríkisumboðsmaður, mælti til at halda felagsfund á Giljanesi um málið í 1963. Tá var grundarlagið fyri átakinum breiðka, og kommunurnar í Vágum komu rættiliga uppí málið.

Kommunurnar koma uppí

Kommunustýrini í  Miðvági, Sørvági og Sandavági valdu hvør sínar tveir limir í eina nýggja nevnd, sum eisini var mannað við Sofíu og Petur Jacob frá gomlu nevndini.

Undangongukvinnan Sofía Højgaard Ellefsen var primusmotor fyri verkætlanini frá byrjan, men hon andaðist longu, einans 59 ára gomul, sama vetur, sum nýggja nevndin varð vald.

Í hennara stað varð Høgni Poulsen, sóknarprestur, valdur til nýggjan formann. Tað skuldi vísa seg, at vera eitt heppi val, tí Høgni arbeiddi ótroyttiligur við málinum líka til tað var framt, og varð soleiðis ein virðiligur arvtakari eftir Sofíu Højgaard Ellefsen.

Hin 1. september 1966 var málið komi so langt, at Høgni Poulsen, formaður í nevndini, skrivaði kommununum kunnandi skriv. Í skrivinum segði hann m.a., at neyðugt var at fáa til vega 250.000 kr. í innskotspeningi, sum var 10 % av metta byggikostnaðinum á 2,5 mió. kr. Heimið átti 60.000 kr. á bók og eitt stórt grundstykki.

Fyrsta stýrið fyri ellisheimið varð mannað við Høgna Poulsen presti sum formanni, meðan bygdarráðini høvdu hvør sítt umboð og kirkjuráðini í oynni somuleiðis hvør sítt umboð.

Drotning Ingrid legði grundarsteinin

Í juli 1969 komu kongshjúnini, Fríðrikur 9. kongur og Ingrid drotning, til Føroya og vóru í Miðvági hin 7. juli til eina hátíðarløtu har Ingrid drotningin legði grundarsteinin til heimið.

Tá fekk heimið eina peninga upphædd frá Drotning Ingrid og Tryggingarsambandinum, sum blivu brúktir til tvey listarverk, sum prýða Sýnina í dag. Í móttøkuni hongur portrettið av Sofíu Højgaard Ellefsen, sum Ingálvur av Reyni málaði, og í trappugongini hongur veggjaprýði, sum Tummas Arge evnaði til.

Í august 1969, fór byggifelagið Lamhauge & Waagstein undir at byggja ellisheimið.

Framkomið ellisheim og nýtt navn

Varabiskupur Jákup Joensen vígdi húsið hin 2. juli 1972. Hetta hendi undir gudstænastu á heiminum, har hann lýsti Guds signing yvir húsið og tess virki.

Ellis- og Avlamisheimið í Vágum varð tá mett at verða mest framkomna ellisheimið í danska kongaríkinum. Heimið hevði pláss fyri 35 búfólkum, og byggikostnaðurin var um 6,9 milliónir krónur. Tað vóru nógvir pengar tá í tíðini.

Fyrstu árini varð raksturin fíggjaður á tann hátt, at kommunurnar í Vágum rindaðu 15% og Staturin 85%.

Fyrsta skrásetta búfólkið var Jóhanna Zachariassen úr Sørvági, sum varð innskrivað 19. juni 1972, og Helena Joensen úr Miðvági var leiðari á heiminum tey fyrstu áratíggjuni.

Í sambandi við at ellisheimið fylti 35 ár hin 2. juli 2007 varð navnakapping útskrivað um eitt nýtt navn. Lydia Laksafoss vann kappingina við nýggja og snøgga navninum “Á Sýnini”.

Kommunurnar yvirtikið eldraøkið og ellisheimið

Hin 6. januar 2014 yvirtóku kommunurnar í Vágum ognarskapin og raksturin av ellisheiminum og eitt ár seinni yvirtóku tær formliga eldraøkið í Vágum.

Í 2015 og 2016 varð ellisheimið høvuðsumvælt. Endaligi kostnaðurin lá um 41 milliónir krónur. Landið rindaði 31 milliónir og kommunurnar 10 milliónir. 

Í oktober 2015 samtykti býráðið í Vága kommunu at keypa húsini hjá Sannu Johannesen í Miðvági. Húsini standa við síðuna av heiminum á Sýnini og fingu navnið “Ivanshús” eftir uppruna eigaranum. Tey hava síðan verið fastur partur av ellisheiminum og eru tað enn.

Hesi seinastu 3-4 árini hava kommunurnar framt umvælingar fyri góðar 13 millióir krónur, so vit eru øll – enn sum áður -  sera stolt av okkara snotiliga ellisheimi.

Tað hevur verið rokaligt til tíðir, og vil eg vegna stýrið takka búfólki, starvsfólkum, leiðslu og avvarðandi fyri tolsemi og vælvild ímeðan arbeiðið hevur staðið uppá.

Men vit steðgað ikki her, tí nú fara vit saman við leiðslu og starvsfólkunum undir at leggja síðstu hond á arbeiði at evna til visiónir og hugmyndir fyri ellisheimið og eldraøkið í Vágum næstu 10 árini.

Vit fara at leggja hetta arbeiði fram tíðliga í heyst, men vit hava fingið fyrstu úslitini frá spurnarkanning millum starvsfólk, búfólk og avvarðandi.

Og eg kann longu nú avdúkað, at fólk trívast og halda, at her er gott at verða.

Takk fyri øll tit, sum leggja so nógva orku í, at fara væl um búfólkið og ellisheimið “Á Sýnini”.

Í Vágum – eins og í øðrum kommunum -  taka vit uppgávurnar á eldraøkinum í álvara. Tað skylda vit bæði okkara gomlu – og teimum sum gingu undan.

Takk fyri.

Eyð Ellingsgaard,

stýrisforkvinna og borgarstjóri í Sørvágs kommunu 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder