2024-09-14 10:51
Av løgreglustøðini verður sagt, at eldur er í einum bili í Kaldbakstunlinum. Ein persónur var í bilinum, og hann er komin úr bilinum í øllum góðum.
Sløkkiliðið er á veg at sløkkja eldin.
Dagført klokkan 11:15: Klokkan 10:54 var eldurin sløktur. Talan var um ein umfatandi eld. Tað verður ein løta áðrenn tunnilin kann lata upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald