Mentan

Eldratiltak verður mikumorgunin

Sum áður lýst, verður eldratiltak í Bygdarhúsinum í Miðvági mikumorgunin 28. mai kl. 10. Har hittast vit til morgunmat, gaman og álvara.

2025-05-27 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjarni Prior, borgarstjóri, setir tiltakið kl. 10 og bjóðar vælkomin. Tummas Heri, Eiler og Sigfríður koma at undirhalda við tónleiki og skipa fyri felagssangi.
Sjúrður Skaale kemur eisini á vitjan.
Hann fer at undirhalda eitt sindur, síðan fer hann at halda ein áhugaverdan fyrilestur um ævintýraran Sigert Patursson. Harumframt fer hann at greiða frá vitjunartænastuni hjá Reyða Krossi.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er partur av Undurfagra Mai hjá Vága Kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder