Tað er ynski hjá landsstýrismanninum, at heilsugranskingin í Føroyum verður savnað og lyft upp á eitt enn hægri støði, enn hon er í dag.
Alt á einum stað
Við granskingareindini verður øll heilsugransking í Føroyum savnað á einum stað, har umstøður eru at fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Eisini verður syrgt fyri best møguligum umstøðum til bæði ta praktisku granskingina og tann fyrisitingarliga og umsitingarliga partin av henni. Í granskingareindini skal vera pláss fyri 25 granskarum.
At skipa eina granskingareind undir Sjúkrahúsverkinum, er í samsvari við ætlanina um Fólkaheilsustýrið í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur umboðandi Heilsumálaráðið og leiðslurnar fyri avvarðandi stovnar, har heilsuvísindaliga granskingin fer fram í dag, hevur handað landsstýrismanninum eitt tilmæli um, hvussu Heilsugranskingareindin innan Sjúkrahúsverkið verður skipað.
Í løtuni fer heilsuvísindalig gransking í Føroyum fram í Sjúkrahúsverkinum, á Ílegusavninum, í Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, í Fólkaheilsuráðnum og á Fróðskaparsetur Føroya. Tá ið nýggja Fólkaheilsustýrið fer til verka 1. januar 2023, verður neyðugt at skipa heilsugranskingina á annan hátt. Fólkaheilsustýrið verður nevniliga ein myndugleikastovnur, og ætlanin er ikki, at tann heilsuvísindaliga granskingin, sum fer fram í dag, skal húsast í Fólkaheilsustýrinum.
Universitetssjúkrahús
Tá heilsugranskingareindin er farin at virka, og granskingargongdin er komin í eina trygga legu, verður farið undir at kanna, hvussu føroyska Sjúrkrahúsverkið kann skipast sum eitt universitetssjúkrahús.
Eitt universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, sum umframt tað vanliga virksemið, ið er at viðgera sjúklingar, eisini fremur gransking og tekur sær av útbúgving av heilsustarvsfólki, eitt nú læknum og sjúkrasystrum, í tøttum samstarvi við eitt ella fleiri universitet. Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini ta fakligu viðurkenning, sum krevst, til at starvsfólk og granskarar kunnu vinna sær akademisk heiti við sínum virksemi har.
Stórar væntanir
Landsstýrismaðurin hevur stórar væntanir um framstig í føroyskari heilsugransking, nú útlit eru fyri einum uppaftur betri skipaðum og savnaðum granskingarumhvørvi, við útliti fyri eisini at fáa eitt føroyskt universitetssjúkrahús sum viðspælara.
Landsstýrismaðurin fegnast um tilmælið og heldur, at tað við hesum verður settur sjøtul á eitt nýtt kapittul í føroyskari heilsugransking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald