Politikkur

Eitt gylt høvi at endurskapa Landsverk

Í staðin fyri alla tíðina at skula dálka sítt umdømi í risastórum, miseydnaðum byggiverkætlanum, eigur Landsverk at fáa sín upprunaliga leiklut aftur og burtur av taka sær av okkara almennu vegum, tunlum og brúm, heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Partafeløg stovnað til endamálið eiga at standa fyri øllum stórum byggiverkætlanum og eisini hava fulla ábyrgd fyri teimum

2024-02-27 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsverk skal hava nýggjan stjóra, og tað er eitt gylt høvi at fáa stovnin aftur á beint og gera tað, hann dugir best – nevniliga taka sær av viðlíkahaldi av landsveganetinum, tað er almennum vegum, tunlum og brúm, og í minni máti vega- og tunnilsgerð.

Tað heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum møðist av áhaldandi at síggja Landsverk, har nógvir limir í felagnum arbeiða, í óhepnum leiklutum.

- Landsverk er nógv frammi í miðlunum, og oftast er tað sum tann svíkjandi og inkompetenti eftirlitsmyndugleikin í stórum almennum byggigølum. Men vit hoyra onki um tað megnar arbeiðið, sum fólkið á stovninum ger, tá tey sleppa at gera tað, tey eru sett í heimin at gera, nevniliga at tryggja okkum eitt gott og trygt landsvegakervi. Tí tað er har, stovnurin hevur sínar kjarnuførleikar.

- Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum eru risastórar almennar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra, og báðar verkætlanirnar eru endaðar sum regulerar byggigølur. Pílarnir peika sjálvsagt á byggiharran, sum í hesum førinum er ein almennur stovnur, men tað merkir í praksis, at ongin nakrantíð verður ábyrgdaður. Tað peikar bara í allar ættir, sigur hann.

Stórar almennar byggiverkætlanir eiga í staðin at ankrast í partafeløgum, stovnað til endamálið, heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

- Tað skal ongantíð vera ivi um, hvør hevur ábyrgdina, og hvør skal taka avleiðingarnar, um sovorðnar stórar verkætlanir fara av sporinum. At partafelagsloysnin riggar, eru okkara undirsjóvartunlar góð dømi um – og teimum hevði Landsverk helst hevði havt munandi betri førleikar at tikið ábyrgd av enn einum skúladepli ella hospitalsbygnini, skuldi tað verið, sigur Arnfinn Bech.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder