2022-11-25 20:01
Vit skulu stuðla og hjálpa ØLLUM vinnulívið í Føroyum, eitt gott og sterkt vinnulív er inntøkukeldan í føroyska búskapinum. Tað er sera einkult, hava vit onga vinnu, so er ongin vælferð.
Fólkaflokkurin er einasti flokkurin sum ynskir at stuðla vinnulívinum! Aðrir flokkar tosa bert um at senda rokningar til vinnulívið, soleiðis at teir kunnu fíggja jóla vallyftini. Fólkaflokkurin vil styrkja vinnuna, vit ynskja at vinnan fær frið at virka, at vinnan fær frið at tjena pengar, og at vinnan fær frið at endurnýggja seg.
Fólkaflokkurin fer framhaldandi at stuðla vinnuni, og fara at arbeiða fyri at vinnan kann fáa frið at virka. Hettar kemur at tæna øllum føroyingum, og kemur at styrkja føroyska samfelagið.
Vel ein vinnulívsmann, vel Fólkaflokkin, vel Dánial Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald