Politikkur

Ein hjartans tøkk

Eg eri djúpt takksamur fyri tað stóra álitið, sum tit veljarar vístu mær á valinum fyrradagin. Hjartaliga takk fyri tær 551 persónligu atkvøðurnar, sum er ein tvífalding frá seinasta vali.

2026-03-28 08:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er ikki bara ein stuðul til mín persónliga, men ein greið ábending um, at okkara arbeiði og okkara boðskapur hava týdning. Tað gevur mær bæði dirvi og ábyrgd at halda fram.

Samstundis vil eg bera eina stóra tøkk fyri allar atkvøðurnar til Sjálvstýri og valevnini á lista D, sum samlað førdu okkum inn aftur á ting.

Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at liva upp til hetta álitið og arbeiða fyri teimum málum, vit hava sett fram í okkara stevnu- og valskrá – fyri tykkum og fyri Føroyar.

Takk fyri hvørja einastu atkvøðu, sum merkja meira enn orð kunnu siga.

Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder