Politikkur

Ein gleðiligur dagur fyri Føroyar og ríkisfelagsskapin

Eg eri vís í, at SVM-stjórnin fer at verða ein sera góð stjórn fyri Føroyar og fyri allan ríkisfelagsskapin.

2022-12-15 10:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Í dag er ein gleðiligur dagur.

Eg eri vís í, at SVM-stjórnin fer at verða ein sera góð stjórn fyri Føroyar og fyri allan ríkisfelagsskapin.

Í nýggja samgonguskjalinum er ein heilur partur settur av til ríkisfelagsskapin, og fyri Føroyar merkir tað millum annað ítøkiliga, at:

SVM-stjórnin fer at virka fyri, at nýggja fongslið, ið skal byggjast í Føroyum, stendur liðugt í 2029, og at umstøðurnar hjá løgregluni í Føroyum skulu betrast.

Umhvørvis – og havgransking í Norðuratlantshavi, sum var eitt hjartabarn hjá Edmundi, skal halda fram. Og týdningarmikla arbeiðið við at tryggja meira vitan um hvønn annan í ríkispørtunum skal mennast – og hetta er eitt sanniliga eitt hjartabarn hjá mær, ikki minst Sjómaq-verkætlanin, sum bleiv sett á stovn seinasta ár.

SVM-stjórnin fer eisini saman við landsstýrinum og Naalakkersuisut at beina burtur allar markaforðingar í ríkisfelagsskapinum. Hesum hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi arbeitt við í nógv, tí ein markaforðing kann tykjast lítil í tí stóru myndini, men kann hava stóran fyri tann einkulta persónin

Harafturat ynskir stjórnin Samstarvsráðið heldur fram, og at samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum. Hetta fer at gera seg galdandi í komandi Forsvarsforlignum, har landsstýrið, Naalakkersuisut og norðuratlantisku fólkatingslimirnir verða við í samráðingunum.  

SVM-stjórnin fer í heila tikið at inndraga Føroyar og Grønland í allar avgerðir, ið hava ávirkan á ríkisfelagsskapin við einum semjusøkjandi leisti. Hetta skal gerast við áliti á hvønn annan, við at finna felags loysnir og við at verja alt tað, sum gevur ríkispørtunum eina felags støðu og sum brynjar okkum til tær avbjóðingar, ið stinga seg upp í hesi broytingartíðini, vit eru í.

Eg gleði meg til samstarvið!

 

Anna Falkenberg,

Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder