Mentan

Ein friðarligur lusiumorgun við Silvitni

Aftur í ár hátíðarheldur Norðurlandahúsið svenska siðin við lusiugongu og bjóðar inn til kórsang og “lussikattar” leygardagin 13. desembur kl. 9.

2025-12-09 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í øllum desemburrokanum kann tað vera gott at steðga á eina løtu og njóta jólafriðin í glæmuni frá kertiljósunum.
Tí bjóðar Norðurlandahúsið inn til eina friðarliga morgunstund, har kvinnukórið Silvitni fer at fylla forhøllina við vøkrum acapella-sangi, meðan Tita borðreiðir við einum heitum drekkamunni og “lussikattum” eftir svenskari uppskrift.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder