Hugsi um Suðuroynna, har 6 tunlar eru og verða boraðir ígjøgnum. Teir eru allir neyðugir í oynni, eingin ivi um tað. Um bummgjaldið, sum eitur ”ein 20króna er einki” varð sett á bara ein teirra, Hovstunnilin, so kundi gjaldið verði við til at hildið viðlíka vegir og tunlar í oynni, tí vegirnir eru, sum sagt verður, slitnir niður. Kann ikki hugsa mær, at Bjarni Hammer, Kristin Michelsen, Henrik Old og onnur hava nakað ímóti hesum, tí sum tað eitur ”ein 20króna er einki”.
Saman á brúnna um Streymin, har kann ein 20króna heldur ikki vera nakað av týðningi, Gjaldið kundi so verið við til, at hildnir við líka bæði brúnna, Norðskálatunnilin og vegirnar gjøgnum Sundalagið, í sum sagt, eru slitin niður. Kann hugsa mær, at Heðin Zasariasen tekur fult undir við hesum, tí ”Ein 20króna er einki”.
Síðan kundi gjald so við og við verið sett á aðrastaðni í landinum. Tí viðlíkahaldið av teimum 500 kilometrunum av vegi, er sera kostnaðarmikið, fáa vit at vita. Eingin kann tí hava nakað ímóti at gjalda eina 20krónu fyri hetta, og eingin ósemja hevði staðist av hesum, tí ”Ein 20króna er einki” eru tey flestu samd um.
Vit hava eisini eina stóra skrivstovu, sum tekur sær av umsitingini.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald