Vinna

Eiga ikki at steðga verkføllum við lóg

.

2026-03-02 11:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Eiga ikki at steðga verkføllum við lóg

Onkuntíð hevur politiska skipanin kent seg noydda til at blanda seg uppí verkføll. Tað hevur verið tá fráboðanir eru komnar um, at stór virði kundu fara fyri skeytið, ella um at lív og heilsa hjá onkrum vóru í vanda. Seinast hetta hendi var tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli fyri tveimum árum síðani. 

Tað er ein sera óheppin støða, tá Løgtingið noyðist at samtykkja undantøk frá verkfalli við lóg, og allir partar eru helst samdir um, at betri er at hava fastar avtalur um neyðugu undantøkini áðrenn verkfallið byrjar. 

Tá eg var landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum gjørdi eg eina roynd at fáa eina slíka fasta avtalu í lag. Málið var at gera nøkur starvsfólk til tænastumenn, og hesi skuldu tí ikki kunna fara í verkfall. Men sjálvandi skuldu tey hava hægri løn afturfyri. Tíverri eydnaðist ikki at fáa semju um hetta. 

Síðani er tað tvær ferðir hent, at uppskot eru løgd fyri Løgtingið um at leingja sáttmálar fyri ávís størv, fyri at tryggja at eitt verkfall ikki skuldi elva til vanda fyri sjúklingatrygdina. 

Eg havi síðani sett fleiri fyrispurningar til bæði Ingilín Strøm og Margit Stórá, fyri at vita um nøkur nýggj roynd er gjørd at finna semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Í januar 2024 var svarið, at ætlanin var at taka málið upp “í næstum”. Í september sama ár var svarið, at bíðað varð eftir “friðartíð” (tá ongar samráðingar ella verkføll vóru – og tað er so at siga ongantíð). Seinast eg spurdi var í september 2025. Tá var svarið, at yvirskipaðar royndir vóru framvegis ikki gjørdar, men Fíggjarmálaráðið hevði gjørt avtalur við fýra fakfeløg um neyðtilbúgving. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Pedagogfelagið taldust ikki millum hesi fakfeløgini. 

Tá hetta var støðan – at landsstýrið framvegis ikki hevði gjørt hetta neyðuga arbeiðið, so avgjørdu vit í Sambandsflokkinum, at vit fóru ikki stuðla landsstýrinum við enn einaferð at steðga einum verkfalli við lóg. Vit hava fyrr tikið undir við slíkum uppskoti, tí boðað var frá, at vandi var fyri trygdini hjá sjúklingunum. Men vit hava fram um alt brúk fyri einum skipaðum arbeiðsmarknaði, og tá landsstýrið ikki hevur viljað arbeitt fyri tí, so vilja vit ikki vera við til at loysa avbjóðingina við lóg. 

Í einum komandi valskeiði eiga vit at fáa hesi viðurskiftini í fasta legu í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder