Mentan

Eftir tínum orði vil eg seta gørnini út afturs

Pætur hevði skil fyri útróðri. Hetta hevði verið starv hansara heilt til tann dagin, tá ið hann og Jesus møttust. Tí kundi hann byggja á drúgvar royndir, tá ið hann tosaði um fiskiskap.

2022-02-17 11:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Óvæntaður rokfiskiskapur


Eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.” Lukas evangeliið kapittul. 5.

Pætur hevði skil fyri útróðri. Hetta hevði verið starv hansara heilt til tann dagin, tá ið hann og Jesus møttust. Tí kundi hann byggja á drúgvar royndir, tá ið hann tosaði um fiskiskap. Hann kendi Genesaretsjógvin, sum ein royndur føroyskur útróðrarmaður kennir tey einstøku miðini og plinkarnar, tá ið hann fer til útróðrar um morgunin. Á Genesaretvatninum veiddu menn bara um náttina. Pætur visti eisini neyvt, nær á degnum hann skuldi loysa frá landi, og nær tað ikki nyttaði at fara.

Henda dagin hevði hann akkurát verið á útróðri og hevði roynt alla náttina, men til fánýtis. Tí tóktist uppskotið frá Jesusi henda morgunin at vera láturligt, at seta gørnini út aftur ta tíðina á degnum, tá ið einki nyttaði at royna, Pætur loysti kortini enn einaferð frá landi, tí at Jesus bað hann gera tað, men ivaleyst fór hann avstað í stórari vantrúgv; tí hann var ikki maður, sum legði ábyrdina frá sær: ”Eg gera tað bara eftir tínum orði, tí eg vil ikki vera til láturs millum fólk, tá ið vit koma aftur við tómum báti.”

So gekst sum vit lesa um í tekstinum. Tað gjørdist rokfiskiskapur. Samanbresturin millum Jesu orð og so royndir og forstand hjá Pæturi, endaði í eini greiða avgerð. Pætur var noyddur at geva upp. Tá ið tann annars so stóri og sterki Pætur sá undrið, gjørdist hann bangin. Henda heilt einastandandi roynd av Jesu orðum og valdi, fekk hann til at kasta seg niður við Jesu føtur, og játta hvør hann sjálvur var: - ein syndigur maður.

Hendingin, ið Pætur hevði kann samanberast við, um vit standa og hyggja niðan á eitt høgt fjall. Okkum tykist, at hetta er ein vøkur og hugtakandi sjón, men kortini er tað okkurt ógvisligt við henni. Vit gerast so smá í mun til hetta veldiga. Á sama hátt hevur henda stóra nøgd av fiski verið bæði hugtakandi og ræðandi. Í hesum stóra fongi sá Pætur hann, ið hevur valdi á sjálvt náttúruni, og hann fekk at síggja sín egna veikleika og fátrúna. Rætti ryggur hansara gjørdist til tvey boygd knø. Her stóð hann sum tann óreini framman fyri tí reina. Við at møta hinum reina og kærleiksfulla Jesusi, mátti hann viðurkenna, at soleiðis var hann ikki sjálvur. Pætur gjørdist so gripin av Jesusi, at hann ongantíð aftur kendi seg frían av honum. Hann hevði ikki hug longur at siga ”men” til Jesu orð.

Vit skulu ongantíð gera okkum klókari enn Jesus, sjálvt ikki, tá ið vit halda okkum hava allar royndir. Orð hansara eru meira verd at byggja á enn allur okkara kunnleiki og alt okkara skil. Latið okkum bara fara eftir orði hansara, so søkka vit ikki. Orð hansara bera tann, ið vágar at stíga út á tey.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder