Vinna

EB/Streymur: Salmundur er við í 2022

EB/Streymur brynjar seg til komandi kappingarár.

2022-01-21 22:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til venjingina í kvøld legðist ein nýggjur leikari aftrat hópinum. Talan er um 26 ára gamla Salmundur Bech, sum flytir norður úr Suðuroynni. Salmundur leikti í fjør við FC Suðuroy, og hevur verið har øll árini, fyri uttan kappingarárið 2020, tá hann var í NSÍ.

Salmundur spældi sambært FaroeSoccer 25 dystir í 1. Deild í fjør og skeyt 11 mál. Samlað hevur Salmundur leikt 100 dystir í Betri deildini og skotið 16 mál. Í 1. Deild varð tað til 74 dystir og 23 mál. Sostatt er talan um enn ein framrættaðan leikara, ið legst aftrat hópinum
Vit ynskja Salmundi vælkomnum og bestu eydnu í felagnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder