Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum sigur, at: “Dátueftirlitið er í tí støðu, at núverandi høli í Havn er óhóskandi. Tí er neyðugt at finna nýggj hóskandi hølir. Ein staðseting á eystara armi á Skálafjørðinum kemur ikki at ávirka okkara virksemi.”
Løgmaður Bárður á Steig Nielsen sigur, at: “Vit eiga altíð at miðja í móti, at almenn arbeiðspláss eru staðsett kring alt landið. Men vit skulu ikki flyta stovnar fyri einhvønn prís. Tað má altíð geva meining og ikki ganga útyvir tænastuna. Í hesum førum skal Dátueftirlitið hava nýggj høli, og tí er upplagt at finna nýggj hølir uttanfyri Havnina. Eg fegnist um at stjórin og Dáturáðið taka undir við ætlanunum.”
Farið verður nú undir tilgongdina at fyrireika flytingina, herundir at skipa fyri útboði av møguligum hølum á eystara armi á Skálafjørðinum.
Á Dátueftirlitinum starvast 6 starvsfólk. Dátueftirlitið virkar sum skrivstova hjá Dáturáðnum, og hevur til uppgávur at hava eftirlit við og virka fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. Harumframt veitir Dátueftirlitið ráðgeving og vegleiðing um dátuverndarlógina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald