Tað finnist neyvan nakað vaksi menniskja, sum trýr á jólamannin. Men hví er tað tá øðrvísi við Guði? – kunnu vit spyrja. Eingin hevur sæð jólamannin, og eingin hevur sæð Guð. Vísir tað ikki, at bæði Guð og jólamaðurin eru skrøggsøgur, ein myta, sum menniskju hava uppfunnið og fortalt víðari, tí hetta eru góðar søgur?
Ein fjøld av menniskjum gjøgum tíðirnar hevur sagt eins og dárin: ”Tað finnist eingin Guð” At alt, sum er rundan um okkum er bara tilvild. Eingin alvaldshond hevur skapað tær óteljandi stjørnurnar, tær vórðu til av sær sjálvum. Og av tilvild fekk jørðin eitt lag av mold ovast. Men uttan tað høvdu vit eingi eplir, ongar grønsakir, og djórini, sum eru føði hjá menniskjum, høvdu einki gras at eta. Tað ótømiliga luftlagið við akkurát tí frástøðu, sum má til fyri at menniskjan skal kunna yvirliva – tað er bara eitt úrslit av eini ella aðrari lóg í fysikkinum. Vatn viðkar seg tá ið tað frystur, meðan onnur evni trekkja seg saman. Hetta ger at ísur er lættari enn vatn. Og at hann kann halda seg flótandi oman á vatninum. Um ikki, høvdu vøtnini verið fryst til alt árið, og fiskurin hevði ikki yvirlivað.
Hvør hevur skipað hetta soleiðis? Hví melur jørðin við somu ferð øld eftir øld eftir øld og gevur okkum árstíðir? Sólin gevur frá sær nóg mikið av varma at vit kunnu liva á jørðini, men ikki so nógvan hita, at vit brennast upp, og ikki so nógvan kulda, at mannaættin frystur í hel. Hvør er tað, sum ger at sólorkan er støðug? at mannahjartað slær normalt í sjeyti ár uttan steðg? Hvør syrgir fyri at hjartað fær hvílu millum hvørt slag? Eitt nýra skilir avfaltsevni frá blóðinum og letur tey neyðugu evnini verða eftir. Hvør hevur lært nýra at skilja millum neyðug og giftig evni?
Hvør gjørdi mannatunguna føra fyri at forma orð, og hvør gav okkum ein heila at skilja orðini, meðan djórini ikki kunnu tað? Er hetta tilvild? Er eingin Guð til?
Tað heldur dárin fast við. Orðabókin sigur, at orðið dári merkir býttlingur.
Halgabók sigur: ”Í fyrstuni skapti Guð himmalin og jørðina” (1. Mósebók 1,1), og dárin sigur í hjarta sínum: ”Ei nakar Guð er til.” (Sálmur. 14,1).
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald