Sjóvinnustýrið fekk boð um vanlukkuna hóskvøldið kl. 22.12 og sendi beinanvegin fólk á staðið. Tosað varð við skiparan, sum kunnaði um, at ein maður hevði mist lívið, og tveir høvdu fingið skaða.
Boð vórðu síðani send eftir donsku skaðanevndini, DMAIB, sum skal kanna, hví vanlukkan hendi. Kanningararbeiðið byrjar í dag.
Sjóvinnustýrið boðaði á sama hátt danska Søfartsstyrelsen frá, sum eisini fór á staðið beinanvegin. Bæði Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen hava fyribils afturhildið skipið.
Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum í støðum sum hesari er m.a. at tryggja, at einki brot er farið fram. Tí er vanlig mannagongd at geva løgregluni boð um at kanna málið. Tað er eisini gjørt í hesum føri, hóast eingin ábending er um nakað óregluligt. Danska løgreglan er umborð á Glyvursnesi í løtuni.
Sjóvinnustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald