Mentan

DANNY & THE VEETOS Á MENTANARNÁTTINI Á TVØROYRI 30. MAI

.

2025-05-09 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Nærum beinanvegin Danny & the Veetos trinu á føroyska tónleikapallin í 2013, gjørdist teir fólkaogn. Við sínum væl ljóðandi, lívsglaða tónleiki, og frálíku røddini hjá sangaranum Danny Baldursson, bergtók bólkurin áhoyrararnar, óansæð um teir vóru at hoyra í útvarpinum, ella um teir spældu live.

Løg sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Farvæl” og ”stúr ei meir”, duga næstan øll uttanat og vit gleða okkum at hoyra teir á stóra pallinum í miðbýnum á Tvøroyri.


NÝTT LAG KEMUR ÚT Á MENTANARNÁTTINI

Fríggjamorgun 30. mai verður nýtt lag frá Danny & the Veetos, fyri fyrstu ferð at hoyra í útvarpinum. Hetta lag sleppa vit sjálvandi eisini at hoyra um kvøldið, á pallinum á mentanarnáttini og eru vit sera spent upp á tað.

Forsømið tykkum ikki og møtið upp til ókeypis konsertina í miðbýnum, tað fara tit ikki at angra!


GG! Kunngjørt verður seinni, júst hvat kl. bólkurin fer á pallin. Hetta verður at síggja í skránni, ið verður borin út til øll húsarhald í Suðuroynni í viku 22. og sum verður almlen, talgild, so skjótt hon er fullfíggjað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder