2026-01-26 21:42
Christian í Grótinum, sum hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, setti í gjár kós ímóti Føroyum.
Christian í Grótinum hevði í gjár 2650 tons av sild á søluni hjá Sildelaget, og skulu teir landa til Pelagos í Fuglafirði.
Í síðstu viku kom tað fram, at Gøtunes helst hevur landað last av sild til matna nakrantíð. Gøtunes hevði eisini 2650 tons. Les um tað her.
Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, fæst at vita, hvør av teimum hevði størri lastina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald