2024-10-25 07:00
Christian í Grótinum kemur á Tvøroyri um 8-tíðina við 1.000 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi - teir hava roynt miðskeiðis millum Fáskrúðsfjørð og føroyska fiskimarkið, okkurt annað føroyskt skip er á somu leið og roynir eftir sild.
Talan er um stóra og góða sild, vektin liggur um 390g í snitt.
Teir byrja at landa beinanvegin teir koma til Tvøroyrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald