Í dagsins samfelag er tað soleiðis at meðan børn og ung stríðast við at vera í egnum lívi, stríðast tey vaksnu við at fáa endarnar at røkka saman, ella at finna ein varandi bústað –
Løgmaður lovaði at Landstýrið fer at fremja nógv góð átøk. Úr rúgvuni kunnu nevnast:
- Mvg-stuðul til nýbygging av bústøðum
- Avskrivingarreglur fyri langtíðarleiguíbúðir
- Broyta bygningskunngerðina frá 2017
- Matrikkulering og talgilding
- Byggisamtyktir skulu gerast smidligari
Øll skulu hava møguleika at fáa sær eitt varandi heim.
Við dagsins trýsti á bústaðarmarknaðinum mangla hundratals búeindir. Tí er tað sera átrokandi at økja útboðið og tað sær út til at landsstýrið ætlar sær at gera nakað við hetta málið.
Tað mugu byggjast:
- Meira búeindir
- Smærri búeindir
- Meira fjøltáttað
Í tølum, sum eg havi fingið frá Betri Banka kemur fram at 53 % av øllum húskjum í Føroyum eru 1-2 vaksin uttan børn. Tí húskini eru smærri má hugsast øðrvísi tá búeindir skulu byggjast.
Fólkasamansetingin og bústaðarmynstrini eru broytt og fylgja vit okkara grannalondum fer hendan gongdin helst at halda fram.
Tað er at fegnast um at avgerð er tikin um, at Bústaðir skal byggja íbúðir til:
- Ung
- Eldri
- Fólk við serligum tørvi
Við hesum góðu átøkunum ber helst til at koma á mál við bústaðartrupulleikanum.
Tað er neyðugt at koma á mál, tí fáa vit ikki ungar familjur at velja Føroyar, so er ikki nógv framtíð at hóma við Føroyum.
Vit mugu minnast til – vit hava heimins bestu møguleikar at gera eitt samfelag har flest trívast.
Fía Selma Nielsen
Tingkvinna fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald