Vinna

BÚNAÐARSTEVNAN VERÐUR TANN 15. FEBRUAR 2025

Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað 10. ferð, og verður hon í Varpinum í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

2025-01-23 07:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað, har øll við áhuga fyri landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum kunnu hittast og samskifta um ymisk viðkomandi mál,

Búnaðarstevnan hevur eina heimasíðu, har skrá, tilfar og tilmelding annars kann finnast:

www.bunadarstevna.fo

og

https://www.atgongumerki.fo/2452497/bunadarstevnan-2025

Skráin fyri dagin er hendan:

 10:00:              Skráseting

10:30:               Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

10:40:               Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

  • Nýggjur landbúnaðarpolitikkur
                             

11:10                Búnaðarstovan


11:40                Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

  • Búskapur og Landbúnaður

                         

12:00                Miðmálið
 
13:00                Polycrub - Maree Hay, Managing director (Shetland/GBR)

  • Polycrub konsepti byrjaði sum ein samfelags verkætlan í 2008, í samstarv við Northmavine Community Development Company ið stuðlar fíggjarligum, sosialum og mentanarligum átøkum. Aðalendamálið hjá hesum lítla lokalsamfelagnum í Shetlandi, var og er at lækka ”food miles” og at framleiða fleiri vørur lokalt.               

13:20                Nora (Ederfugle og beite) - Thomas Holm Carlsen (NO)

  • Den unike tradisjonen med ærfugldun – muligheter for Færøyene?
  • Biologisk mangfold i beitemarker på Færøyene

                                   

13:50                Tony Weyhe (MBM)

  • Tony er nýggjur stjóri á MBM og kemur at greiða frá um verandi og framtíðar virksemið hjá MBM.

         

14:10                Maud & Bárður Østerø, Trøllanesi

  • Bóndahjúnini hava í fleiri ár lagt seg eftir at menna ymiskar spennandi og nýggjar vørur á garðinum, umframt at tey eru sera aktiv á føroyska marknaðinum.


14:30                Varmakeldugarðurin, Janus og Bára Joensen

  • Garðurin hevur nú nýggjar og munandi betri umstøður, har denturin nú verður lagdur á, at menna virksemið innan ymiskar greinar, ið stuðla uppundir menningina.

14:50                Búnaðargrunnurin - Egon Joensen, stjóri

  • Aðalendamálið hjá Búnaðargrunninum er at menna føroyska landbúnaðin.

15:10                Framløgur liðnar – kaffi vm. 
16:00:               Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
 
                          Evni er:

​                          Nýggur landbúnaðar politikkur fyri Føroyar.

 

                          Í Panelinum eru allir politiskir flokkar á Tingi umboðaðir.

 
            Fundarstjóri og orðstýrari:      Beinta Løwe

 
18:00 Liðugt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder