Men sum ein whisky-framleiðari, ið dagliga fæst við tunnur til búning, var upplagda næsta stigið at búna akvavitt á tunnu. Nú kemur tí teirra “Cask Matured Akvavit” á marknaðin – eitt fatlagrað akvavitt, ið er búnað á fleiri ymiskum tunnum m.a. sjerri, har tað er blivið meira avrundað, milt og fult av spennandi smakkum.
Okkara smakkipanel, ið er samansett av fremstu fakfólkunum á økinum í Føroyum, brúktu m.a. hesi lýsingarorðini: karamell, rosinir, viólir, mandarin og sjokuláta. Harumframt elegant, samansett og við longum ráka. So hetta er ein løgur, ið er serstakliga vælegnaður til jólaborðið.
Í Føroyum, Íslandi, Svøríki og Danmark verður akvavitt oftast skonkt í snapsaglasi og drukkið í einum – ofta enntá kølt. Her er akvavitt búnað á eikitunnu ikki so vanligt. Tað er tað tó í Noregi, haðani vit kenna sløg sum Linie Aquavit og Lysholm.
Eins og í Noregi eigur nýggja fatlagraða akvavittið frá Faer Isles at verða skonkt í stovuhita og hóskar væl til jólamatin men er eisini sera væl egnað at drekka bert.
Fríggjadagin 22/11 verður Batch 1 at fáa í Rúsuni kring landið, á flogvøllinum og umborð á Norrønu. Umboð fyri Faer Isles Distillery verða í Rúsuni í Havn frá kl. 14 og á flogvøllinum frá kl. 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald