Vinna

Brúkaraprísirnir øktir 3,4 prosent seinasta árið

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum fyri fjórða ársfjórðing í fjør vísir, at í miðal eru prísirnir øktir 0,7 prosent í mun til triðja ársfjórðing í fjør. Samanborið við sama ársfjórðing í 2020 er vøksturin 3,4 prosent. Í Føroyum eins og aðrastaðni í heiminum er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2022-01-20 11:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum og til flutning er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð, eins og við seinastu uppgerðini undan hesari. Tá var árliga broytingin í brúkaraprístalinum 3,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Fjórða ársfjórðing í 2020 var samlaða prístalið 121,6 og í seinastu uppgerðini fyri fjórða ársfjórðing í fjør var samlaða brúkaraprístalið 125,8. Hetta merkir, at prístalið er økt 3,4 prosent eftir einum ári. Triðja ársfjórðing var samlaða prístalið 124,9. Vøksturin frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing er 0,7 prosent.

Prísirnir eru øktir í tíggju av teimum tilsamans tólv yvirskipaðu vøru- og tænastubólkunum eftir einum ári. Tað eru serliga prísir á vørum og tænastum innan býli, flutning og hotel/matveiting, sum eru øktir mest við ávikavist 11,9, 4,9 og 4,1 prosentum. Prísir á klæðum og fótbúnaði eru í miðal eitt vet lægri í fjórða ársfjórðingi í fjør í mun til árið fyri og prísir á útbúgving eru lækkaðir 1 prosent eftir einum ári.

"

Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hava tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Hjá okkum eins og aðrastaðni er høvuðsorsøkin til prísvøksturin seinasta árið tann lutfalsligi stóri vøksturin í prísi á brennievni til upphiting av býlum og til flutning.

Eftir at prísir á hesum vørum minkaðu lutfalsliga nógv fyrsta árið við korunu, eru hesir prísir øktir áhaldandi seinasta árið. Prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið øktur heili 41%. Uppgerðin av somu vøru fyri 27 ES-lond vísir miðal árligan vøkstur á 57%.

"

Árligi prísvøksturin á brenni- og smyrjievni til akfør er nærum eins stórur og á 30%, ið er áleið sami miðalvøkstur sum í ES-londunum.

"

Tá korona rakti fyri skjótt tveimum árum síðan, sást minni vøkstur í brúkaraprísum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú ein lutfalsligan stóran vøkstur, og vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.

"

Í mun til onnur lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, so er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á 3,4% áleið á sama støði sum onnur norðurlond. Í Finnlandi, Svøríki, Danmark og Íslandi liggur árliga broytingin í brúkaraprístalinum millum 3,5 og 3,9%, meðan árliga broytingin í Noreg er nakað hægri á 5,8%.

"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder