Vinna

Brúk hevur verið fyri Sverra, Ivan og Lív

Trý sleip hava verið seinastu tveir dagarnar

2026-07-16 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 18 týsdagin fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið maskintrupuleikar vestanfyri. Boð blivu send eftir Rescue Sverra, sum fór eftir bátinum. MRCC skrivar, at Sverri fekk bát og manning trygt inná Sørvág.

Klokkan 10 fyrrapartin í gjár fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið maskintrupuleikar vestanfyri. Tá bleiv arbeiðsbáturin hjá Vága Bjargingarfelag boðsendur. Rescue Ivan sleipaði bátin á Sørvág.

Klokkan 12:30 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein smábátur hevði brúk fyri sleipi í Nólsoyarfirði. Rescue Lív sleipaði bátin til Nólsoyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder