Annað

Broytt býarmynd á Giljanesi

Mánadagin tekur Sjóvinnustýrið nýggja bygningin í brúk

Myndin er tikin í morgun

Myndin er tikin í morgun

2023-11-25 17:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu tvey árini hevur nógv byggivirksemi verið á Giljanesi. 

Vága kommuna samtykti 17. novembur 2021, at fara í gongd við 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi. Ein verkætlan, sum kemur at kosta um 52. mió.

2. byggistig av skúlanum á Giljanesi var tikið í brúk í 15. oktobur. Sí myndir her.

Tvær vikur eftir at tað var samtykt at fara í gongd við 2. byggistig av skúlanum, var ein onnur stór verkætlan eisini sett í gongd. Tann 30. novembur í 2021 var spakin settur í fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum.

Sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so verður bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum tikin í brúk mánadagin.

At byggja Sjóvinnustýrið hevur kostað 30. mió. kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder