Politikkur

Brakið nærkast

Nú er bara ein vika eftir til stóra brakið tann 31.  Okt., tá vit í Føroyum skulu  velja tvey  umboð   at tala okkara  áhugamál  á Fólkatingi. Hetta er ein pallur  uttanfyri landoddarnar, sum vit heilt avgjørt skulu gera nýtslu av, so leingi vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.   Vit skulu ongantíð  frásiga okkum møguleikar, sum vit hava.

2022-10-24 20:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Verið eg vald, so vil eg troyta  allar   møguleikar  - eisini á Fólkatingi 100 % til frama fyri Føroyar.  Er tað nakað, sum eg sum politikari  altíð  eri farin eftir og nakað  sum hevur týdning  fyri meg,  so er tað fyrst og fremst  úrslit.  Tað er júst tað, sum eg framhaldandi fari eftir -  eisini  á Fólkatingi.      Kann nevna  lestraríbúðir til lesandi í Danmark, sjúkratrygd og yvirtøka av íleggingargrunninum.

Eg fari at kempa  víðari hesar síðstu dagarnar   inntil valhølini lata aftur  fyri  at fáa flest møgulig  at velja fólkaflokkin.     Tað er umráðandi , at so nógvir  føroyingar sum gjørligt  brúka  møguleikan at velja eitt gott umboð  á fólkating.  Besta boðið  er ein fólkslig  rødd í fólkaflokkinum.

Til tey ungu sum velja fyrstu ferð og til tey sum enn ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja til Fólkatingið vil eg koma við eini serligari og    inniligari áheitan.  Farið á val og veljið fólkaflokkin.  Tað er umráðandi við góðari  umboðan  og hon fæst best í fólkaflokkinum.  Hvør einasta atkvøða fyri mær persónliga hevði fløvað og  glett meg almikið. Møguleikin er nú.


X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.   

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder