2022-01-30 11:10
Børkur kom á Seyðisfjørðin hósdagin við 3.400 tonsum av lodnu, sum samstundis er met í Íslandi t.v.s. størsta lodnulastin, sum íslendingar vita um er landað.
Teir landaðu á Seyðisfirði í 18 tímar, teljarin vísti, tá ið liðugt var, 3.409.308 kg.
Børkur gjørdi 8 tov á túrinum, skipari henda túrin var Hjørvar Hjálmarsson.
Tað eru bara trý skip í íslendska flotanum, sum kunnu lasta so stóra nøgd, hini eru systirskipini hjá Børki - Vilhelm Þorsteinsson og Beitir.
Sagt verður av Seyðisfirði at góðskan á lodnini, sum teir landaðu har, var sera góð.
Kelda: SVN.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald