Tann 28. apríl í fjør søgdu Høgni Hoydal og Ruth Vang við Kringvarpið, at tey fóru ikki í landsstýri, uttan so at ríkisveitingin úr Danmark minkaði. Ruth Vang segði, at hetta kravið fór at liggja frammarlaga hjá teimum, og Høgni Hoydal segði, at veitingin skuldi minka “munandi”.
Akkurát hvat liggur í orðunum “frammarlaga” og “munandi” er ilt at siga, men sambært samgonguskjalinum skal ríkisveitingin minka við 25 mió. krónum um árið. Tað merkir, at um hendan ferðin verður hildin, so verður blokkstuðulin burtur um góð 25 ár. Siga vit at onnur landsstýri, sum ikki vilja tað sama, fara at sita helvtina av tíðini, so verður blokkstuðulin, við hesi minkingini, burtur í árinum 2074. Kanska er hetta ikki nakað, ið eg sum sambandsmaður eigi at missa svøvnin av. Um fólk vilja gera sær lívið óneyðuga trupult, so skulu tey kanska fáa loyvi til tað.
Hinvegin so má eg undrast. Í valstríðinum varð sagt, at blokkstuðulin er bara nøkur fá promillur av føroyska búskapinum, og tí hevur hann ongan týdning longur. Men hvussu ber tað so til, at tey sum settu sum krav at “munandi” partur av hesum pengunum skuldu beinast burtur, nú bara vilja minka blokkstuðulin við 1/25 av “nøkrum fáum promillum” um árið?
Tað er bara eitt gott ár síðani at Tjóðveldi legði uppskot fyri løgtingið um at minka ríkisveitingina við góðum 90 mió. krónum um árið. Málið var tá, at øll veitingin skuldi vera burtur í 2030. Men eitt er, hvat tú sigur í andstøðu, nakað annað er, hvat tú gert, tá tú hevur ábyrgd í samgongu. Tí tá tú hevur lovað, at gerandisdagurin skal verða lættari, arbeiðsdagurin styttri, skatturin lægri, lestrarstuðulin hægri, øll skulu hava bústað, onkur skal hava lønarlyft, heilsu- og almannaverkið skulu styrkjast, mentanin stuðlast, Suðuroyartunnil gerast o.s.fr., so er avmarkað, hvussu skjótt tú kanst minka inntøkurnar.
Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Seinasta heila tingárið tá somu flokkar vóru í samgongu, (tingárið 2018) lógu heili 39 lógaruppskot eftir, sum flokkarnir høvdu lagt fram, men sum teir ikki funnu semju um, áðrenn tingið fór í summarfrí. Harumframt lógu fimm uppskot til samtyktar, og tríggjar eykajáttanarlógir eftir. Um stevið verður betri hesaferð, man tíðin fara at vísa. Vit í Sambandsflokkinum vilja í hvussu so er gera okkara til, fyri at rætta kósina, hvørja ferð tá tørvur verður á tí.
Við ynskjum um eitt gott nýggjár.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald