Vinna

Bjørn Kalsø: Trý ár at byggja Kalsoyartunnil

,

2026-06-29 15:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað tekur trý ár at byggja Kalsoyatunnil, sum verður 4 km. Fyrireikingararbeiðið tekur eitt ár, tvey ár fara til at bora og at gera tunnilin lidnan, um borðað verður frá báðum tunnilsmunnum.



Um samanborið verður við byggitíðina av Vágatunlinum, kann undirsjóvartunnilin í Kalsoynna, sum verður 4 km, gerast eftir trimum árum.

Tað tekur eitt ár at gera neyðugar fyrireikingar. At bora og gera tunnilin lidnan, tekur tvey ár, um borðað verður frá báðum munnum.

Verður borað frá øðrum munnanum, verður byggitíðin fýra ár.


Góð jarfrøði

Um tunnilin verður gjørdur av Bumshamri í Klaksvík og yvir til Syðradals, eru sannlíkindi fyri góðari jarðfrøði. Har slepst undan at fara ígjøgnum Klaksvíksfláina. Tað ger, at vandin fyri avbjóðingum við jarðfrøðini er lítil.

 

Á Fíggjarlógini eru støðlaðar í 25/26 og játtaðar í 27/28 tilsamans uml. 198 mió. til nýggja kalsoyarferju og ferjulegur.
Verður upphæddin flutt til Kalsoyartunnilin í staðin, ber til at fara undir at fyrireika og byggja Kalsoyartunnilin beinanveg.
Tá verður Kalsoyggin flutt inn í framtíðina ! 
Koma verkætlanirnar hinvegin í drag í umsitingarligu - og politisku kvørnini, og tær 198 mió., sum longu eru settar av til at berta samferðsluna í Kalsoynna, verda fluttar til aðrar verkætlanir, sær verri út
Vónandi kemur fyrra støðulýsingin i eyga !

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder