Politikkur

Bjørg Jacobsen og Borgný Mohr valdar í nevndina í Starvsfelagnum

Tveir nevndarsessir stóðu fyri vali á aðalfundi hjá Starvsfelagnum 7. mars 2026 í Smæruni. Fyri løtu síðani stóð greitt at Bjørg Jacobsen og Borgný Mohr vórðu valdar í nevndina í Starvsfelagnum.

2026-03-08 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fimm valevni bjóðaðu seg fram til teir tveir nevndarsessirnar, ið stóðu fyri vali. Umframt tær báðar valdu stillaðu eisini Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum stóð fyri afturvali, Ann S. Poulsen og Tanya E. Joensen, sum stillaðu upp fyri fyrstu ferð.

Bjørg varð fyrstvald við 120 atkvøðum, meðan Borgný varð næstvald við 117 atkvøðum.

Ann S. Poulsen varð fyrstvaldur tiltakslimur og Tanya E. Joensen varð næstvaldur tiltakslimur.

Nevndarlimir í Starvsfelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder