Vinna

Birita, Ango og Finnur Fríði bíða eftir landingartørni hjá Varðanum Pelagic

Tað er góður makrelfiskiskapur hjá føroysku skipunum í bretskum sjógvi, og tað sæst aftur á havnarløgunum

2025-01-11 15:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic landar í løtuni Tróndur í Gøtu, og eigur sleppir Vestmenningur framat seinni í kvøld. 

Tá ið liðugt er at landa Vestmenning í morgin eigur Birita landingartørn. Birita hevur 490 tons.

Tað er pláss trot á Tvøroyri. Ango hevur lagt seg á Vág at bíða eftir landingartørni, og sleppa teir framat at landa tá ið Birita hevur landa. Ango hevur 640 tons. 

Eisini Finnur Fríði er komin inn undir land, men hava ikki bryggjupláss. Teir liggja í løtuni útfyri Vágsfjørð. Hvat Finnur Fríði hevur vita vit ikki í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder