Annað

Bilur bar við eitt fólk á Hálsi í Sørvági

Klokkan 23 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur hevði rent á ein persón á Hálsi í Sørvági, sum er omanfyri flogvøllin.

2025-01-07 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vísti seg tó, at bilurin hevði tikið við mannin, og maðurin fekk ongan skaða av hendingini.Talan var um ein útlending. Hann gekk í myrkum klæðum á Landsvegnum millum flogvøllin og Hotel Vágar.

Tað er møguligt, at førarin verður skuldsettur fyri okkurt, men tað er ov tíðliga at siga enn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder