Hvørjir partar av ferðavinnuni løna seg best? Hvussu nøgd eru ferðafólkini? Hvar í landinum brúka ferðfólkini pening, og hvussu er atferðin hjá ferðafólkum úr ymiskum londum.
Hesar, og nógvar aðrar spurningar, tørvar okkum at fáa greiðu á, fyri at kunna stýra miðvíst og menna ferðavinnuna, so at hon gagnar føroyska samfelagnum best, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Nýggja játtanin til hagtøl, verður til Hagstovuna at menna og reka skipanina TSA (Tourism Sattelite Account). Við hesu skipan koma føroysku hagtølini at verða gjørd upp eftir føstum altjóða leisti, soleiðis at gongdin í okkara ferðavinnu kann berast beinleiðis saman, við ferðavinnuna í øðrum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald