2023-02-14 14:32
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú hevur deildin eisini fingið sólsellur á takið, og herfyri vórðu tær tiknar í brúk. Tá sólin sær, fer framleiðslan beinanvegin í gongd og fyrstu royndirnar eru góðar.
Á myndini niðanfyri eru tøl frá 9. februar. Tá framleiddu sólsellurnar 9.170 watt, har deildin brúkti 6.952 watt. Avlopið á 2.118 watt varð selt til SEV ![⚡️](https://static.xx.fbcdn.net/images/emoji.php/v9/te4/1.5/16/26a1.png)
![⚡️](https://static.xx.fbcdn.net/images/emoji.php/v9/te4/1.5/16/26a1.png)
Við jarðhitanum og sólsellunum vænta vit, at deildin í Miðvági verður sjálvbjargin umleið helmingin av árinum.
Vit arbeiða miðvíst við at skifta til orkusparandi skipanir á øllum deildum og ætla at gerast CO2 neutral innan 2030, tað skrivar bankin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald