Vinna

Berlin: Atlantic Airways setir enn einaferð fleiri beinleiðis flogferðir til sølu

Eftirspurningurin eftir at sleppa beinleiðis til Berlin ísv. EM-endaspælið í januar 2024 er framvegis sera stórur.

2023-05-31 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu tveir dagarnar hevur Atlantic Airways sett níggju ymiskar flogferðir til Berlin til sølu, og flestu av hesum ferðunum eru útseldar.  

Tí verða fleiri fráferðir enn eina ferð settar til sølu. 

Nýggju fráferðirnar verða soleiðis:

Tvær ferðir til Berlin 9. januar, ein leygardagin 13. januar og ein sunnudagin 14. januar. Heimferðir verða 13. januar, 14. januar og 17. januar.

Dystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða spældir 11., 13. og 15. januar 2024. Sostatt ber til at seta ferðina saman soleiðis, at tað ber til at fáa allar dystirnar við, men eisini soleiðis, at tú fært tveir av teimum trimum dystunum.

Sølan byrjar í morgin, hósdagin 01. juni 10.00. Vinaliga fylg við á okkara Facebook-vanga, har vit boða frá, tá ferðaseðlarnir verða settir til sølu. 

Atlantic Airways

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder