Í tíðindaskrivi til KVF skrivar Beinta Løwe:
"Nú nógv verður gitt um hví eg ikki stilli upp skal eg koma við einari stuttari viðmerking.
Ætlanin hjá mær var at stilla upp, og hesum hevði eg eisini boðað alment frá.
Men í ávísum førum kemur tú í støður, har tú eisini mást halda fast um nøkur grundleggjandi prinsipp, ið tú ikki kanst víkja frá. Eina slíka støðu eri eg komin í nú.
Íkomna støðan ger, at eg kenni meg ikki aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í flokkinum seinastu dagarnar.
Leiðslan í flokkinum visti hvør áskoðan mín var um hetta málið, tí eg kunnaði leiðsluna beinavegin, ið málið tók seg upp. Tí visti leiðslan eisini, at eg ikki fór at stilla uppaftur, um støðan ikki broyttist.
Um vit politikkarar ikki haldi fast um nøkur grundleggjandi prinsipp viðhvørt so viknar virðingin fyri politisku skipanini.
Eg harmist, men fari at takka øllum teimum, ið hava valt meg, og teimun, sum hava stuðlað mær."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald