Nógv er hent í Fólkaflokkinum seinastu dagarnar.
Hósdagin 10. novembur fór Christian Andreassen frá sum formaður.
Seinni sama dag valdi floksleiðslan hjá Fólkaflokkinum Beinir Johannesen til nýggjan formann.
Sunnukvøldi 13. novembur kunngjørdi Sólvit Nolsø, at hann skifti Fólkaflokkin út við Framsókn.
Mánadagin 14. nobembur kunngjørdi Annika Olsen, at hon skifti Fólkaflokkin út við Tjóðveldi. Einki rumbul hevur verið at hoyrt í Fólkaflokkinum síðani tá, og nýggi formaðurin, Beinir Johannesen, hevur fleiri ferðir sagt alment, at tað eru fólk runt um alt landi, sum nú ordliga standa saman um fólkaflokkin, og tað er kanska okkurt í tí Beinir sigur.
Spyr.fo hevur gjørt eina nýggja veljarakanning fyri Blaðið Vikuskiftið hjá Knassum. Spyr.fo gjørdi eisini eina kanning fyri KVF tann 14. novembur.
Tingsessir:
Fólkaflokkurin 7 (-1 í mun til í dag.)
Sambandsflokkurin 6 (-1)
Javnaðarflokkurin 9 (+2)
Sjálvstýri 0 (-1)
Tjóðveldi 7 (+1)
Framsókn 2 (0)
Miðflokkurin 2 (0)
Les meira um kanningina sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið her.
Val august 2019 | Veljarakanning 14. novembur | Veljarakanning 26. novembur | |
Fólkaflokkurin | 24,5 | 12,6 | 19,2 |
Sambandsflokkurin | 20,3 | 18 | 18,9 |
Javnaðarflokkurin | 22,2 | 28,3 | 25,4 |
Sjálvstýri | 3,4 | 2,1 | 2,5 |
Tjóðveldi | 18,1 | 21,5 | 20,7 |
Framsókn | 4,6 | 9,3 | 6,6 |
Miðflokkurin | 5,4 | 8,2 | 6,8 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald