2022-11-11 19:10
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, segði í Dagur og Viku í kvøld, at Fólkaflokkurin hevur fingið nógvar nýggjar limir úr øllum landinum í dag.
Sjálv um fleiri fólk hava sagt, at tey ikki stilla upp fyri Fólkaflokkin, so segði Beinir Johannesen í kvøld, at tey stuðla flokkinum, men vilja ikki standa á odda.
Beinir Johannesen endaði við at siga, at "nú savna vit okkum um politikkin hjá flokkinum."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald