Politikkur

Barsilsskipanin skal ikki bara verða fyri tey ríku

Umleið 70% av teimum, sum fara í barsil, fáa undir 25.000 krónur úr skipanini. Og 25% fáa undir 15.000 krónur. Tey fáa ikki ágóðan av at hækka hámarkið. Tí mugu okur tryggja rættvísi í barsilsskipanina, soleiðis at tey lægstløntu ikki skulu gjalda meira til tey ríku.

2022-08-16 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Hámarkið er ikki hækkað ella prístalsjavnað síðan 2004. Sjálvandi eigur tað at vera ein natúrligur partur av eini dagførdari barsilsskipan. Men at dagføra barsilsskipanina bara fyri tey ríkastu er als ikki í lagi.

Løgtingið hevur fleiri ferðir viðgjørt hendan spurningin, og tá hevur verið upplýst, at barsilsskipanin als ikki hevur ráð til hægri útgjald. Tað merkir, at um barsilsskipanin skal hanga saman, so skal samgongan antin stytta tíðarskeiðið ella hækka inngjaldið. Hvønn rakar tað? Tey lægstløntu.

Tað er púra skeivt. Tað má ikki henda!

Tað eru til dømis fleiri, sum fáa undir 10.000 krónur úr skipanini. Skulu tey nú geva ein mánað av barsilstíðini, tí tey, sum tjena mest, skulu hava nakrar eyka krónur? Ella skulu tey kanska rinda meira í inngjaldi, tí tey, sum tjena mest, skulu hava meira?

Tá er ikki talan um eina rættvísa skipan. Tað er rímiligt, at hámarkið hækkar, men fyrsta aðalmál má vera at seta ein botn í barsilsskipanina - eitt minsta útgjald - soleiðis at tey, sum fáa allar minst úr skipanini, verða lyft upp á eitt meira liviligt støði.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder