Vinna

Barsilsskipanin fyri sjálvstøðug vinnurekandi skal betrast

.

2025-03-19 16:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Sjálvstøðug vinnurekandi møta ov ofta forðingum, tá tað snýr seg um at fáa lut í skipanum. Barsilsskipanin er ein forðing.


Sum støðan er nú hava sjálvstøðug vinnurekandi møguleika at tekna sær eina trygging, ið gevur teimum møguleikan at fáa útgjald úr Barsilsskipanini, um tørvur er á tí. Tó vísir tað seg, at sum skipanin er sett saman fyri teirra viðkomandi, so eru tað fleiri, ið ikki fáa nakað serligt burturúr.


Harafturat skal tryggingin hava verið í gildi í samhangandi eitt ár, áðrenn barsilsfarloyvið kann byrja. M.a. hesi viðurskifti gera, at fleiri ikki velja at tekna tryggingina, tí mett verður, at tað ikki fæst nóg nógv gagn burturúr henni.


- Ein barsilsskipan eigur virka fyri øll, eisini vinnurekandi. Tí eiga vit broyta umstøðurnar í barsilsskipanini og øðrum skipanum, so tey vinnurekandi fáa betri møguleikar at fáa lut í teimum, eins og øll onnur hava tað í dag.

 

Tað sigur Beinir Johannesen, sum í dag setti fyrispurning í Løgtinginum um evnið og vísti á, at broytingar eru neyðugar.


Sjálvstøðug vinnurekandi møta ikki bara forðingum í barsilsskipanini. Tá tað umræður ALS og dagpeningaskipanina eru eisini forðingar. Ofta verða tey ikki javnsett við løntakarar.


- Fólkaflokkurin vil virka fyri, at umstøðurnar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi eru góðar sum heild, og at tey ikki skulu møta ov nógvum forðingum, hvørki fíggjarliga ella umsitingarliga. Vit mugu tryggja, at sjálvstøðug vinnurekandi hava betri rættindi og umstøður á arbeiðsmarknaðinum, sigur Beinir Johannesen.

 

Fyrispurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/documents/66121

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder