Mentan

Barnafestivalurin setur sjóneykuna á nýtslu og hugflog

.

2025-03-24 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Keyp, keyp, keyp! – Barnafestivalurin setur sjóneykuna á nýtslu og hugflog
Kanska er ikki neyðugt at keypa so nógv, sum vit gera, um vit duga betur at nýta hugflogið? Tað er hetta, sum ársins barnafestivalur snýr seg um; barnafestivalurin, Frítt Flog – Rimmarland, sum verður í døgunum 29.-30. mars í Norðurlandahúsinum. Gjøgnum spæl, hugflog og samvirknar upplivingar, setur festivalurin sjóneykuna á nýtslu og ovurnýtslu.

Sjoppingverkstova, dansisýning, søguløta og umvælingarverkstova eru tiltøk, sum børn kunnu fara til á ársins barnafestivali í Norðurlandahúsinum. Øll tiltøkini hava sama boðskap: Vit taka í heilum ymiskar avgerðir í sambandi við nýtslu, og vit áttu at hugsað meira um umhvørvið í hesum avgerðum.

"Tað skal vera stuttligt at hugsa um umhvørvið," sigur Mie Meyle, mentanarábyrgdari, sum stendur fyri ársins barnafestivali. "Vit vilja geva børnunum eina uppliving, sum vísir teimum, at vit kunnu gera nógv í tí smáa við at velja rætt. Við at spæla við endurnýtslutilfar, nýta hugflogið og hugsa um burðardygd læra børnini, at tey eisini hava ávirkan á umhvørvið - hetta er týdningarmikil førningur at hava við sær."

Barnafestivalurin er í tveir dagar og vendir sær til børn í aldrinum 3-12 ár og teirra avvarandi. Eitt festivalpass er atgongumerki til annaðhvørt 29. ella 30. mars.

Skráin kann síggjast her: https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/fritt-flog-2025-rimmarland

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder