Ósamsvar millum politikk og vallyfti
Valstríðið er veruliga komið upp í gervi hesa vikuna. Valevnini spíska blýantarnar, tey proverbialu svørðini, sum politikarar fiktast við, og tónin til veljarafundirnar og í nógv brúktu selfie-video’unum á sosialum miðlum er blivin meira ágrýtin og onkuntíð aggressivur.
Eg veit, at vit hava løgtingsval og ikki kommunuval, men eg fari kortini at minna á, at nógv av tí, sum verður viðgjørt í valstríðnum, er slíkt, sum okkara kommunur hava fult ræði ella stóra ávirkan á. Í Havn situr eitt býráð við Javnaðarflokkinum á odda, men politikkurin er ikki í trá við mongu vallyftini, sum Javnaðarflokkurin hevur sett fram undir valstríðnum til løgtingsvalið. Millum annað stendur í valskránni hjá Javnaðarflokkinum, at børnini skulu koma fyrst, at vit skulu hava eina betri barsilsskipan, og at tað altíð skulu vera nóg mikið av faklærdum fólki um børnini. Men hvat nyttar alt hetta, um býráðið ikki dugir at umsita barnansingina ella ikki tryggjar, at nóg nógv ansingarpláss eru tøk?
Sovið í tímanum
Barnatalið hevur verið støðugt vaksandi í størstu kommununi í fleiri ár, og tí átti hvørki býráðið ella fyrisitingin í kommununi at verið bilsin av, at eftirspurningurin eftir ansingarplássum eisini er vaksin. Men kommunan hevur annaðhvørt sovið í tímanum ella tilvitað niðurraðfest økið. Hon kann í hvussu er ikki hava fylgt við í demografisku gongdini, hóast tað at fylgja við demografisku gongdini er ein grundleggjandi uppgáva hjá einari kommunu.
Hví ikki bara ansa barninum heima við hús? Tí í Føroyum hava vit eftirhondini ment ein arbeiðsmarknað, har bæði foreldur í einum húski í nógvum førum mugu vera til arbeiðis, um endarnir skulu røkka saman. Um vit vilja tað ella ei, so merkir hetta, at tørvur er at fáa børn inn á stovnar. Tá ið henda tænastan ikki verður nøktað, hevur tað ótilætlaðar avleiðingar fyri barnafamiljur, bústaðarmøguleikar og yrkismøguleikar og starvsaldur hjá foreldrinum við lægri inntøku, tvs. eisini fyri javnstøðuna í samfelagnum. At lata vera við at koyra børn á stovn verður møguligt tann dagin bæði foreldrini kunnu skiftast um hesa uppgávuna uttan at tað hevur stórar fíggjarligar avleiðingar fyri húskið.
Tá ið tað smarta er ósmart
Tórshavnar Kommuna brúkar í dag eina talgilda skipan, sum eitur BARN. Tá ið foreldur leita eftir barnaansing, vilja tey hava (1) ein stovn, sum liggur hampiliga nær við bústaðin og (2) ein stovn, sum kann taka ímóti barninum, inntil tað skal byrja í skúla. Men smarta nýggja skipanin hjá kommununi dugir hvørki at lúka ynski nr. 1 ella 2 hjá foreldrum. Hópin av fólki fáa ikki barnið inn í ynskta stovnin, tá ið tey hava tørv á tí. Tey verða síðani noydd at góðtaka eitt pláss nógvar mánaðir ella ár eftir loknan barsil, og verða síðani eggjað til at finna eitt annað – fyribils – ansingarpláss til ynskta plássið verður tøkt.
Skipanin BARN varð sett í verk fyri at gera arbeiðið hjá kommununi lættari og smartari. Veruleikin er bara, at fyri børn og foreldur, og ivaleyst eisini ansingarstarvsfólk, er skipanin alt annað enn smart. Hon er fullkomiliga burturvið. Í skynseminnar navnið, hevur kommunan skapt eina Frankenstein-skipan, sum kanska tykist smart í einum bugaðum skermi á Vaglinum, men sum í veruleikanum er púra skilaleys, og sum oyðileggur tænastuna. Børn eru menniskju, og tí er ein ansingarskipan ikki ein kabal, sum bara skal ganga upp. Í dag byrja alt ov nógv børn á einum stovni, tá ið tey eru um eitt ára aldur. Tey knýta sambond til onnur børn, og serliga til tey vaksnu á stovninum, fyri síðani at vera tikin úr stovninum nakrar mánaðir seinni og inn í nýggjan stovn, har tey skulu knýta sambond av nýggjum. Eg ivist í, um nakar veruliga heldur, at hetta er ein skilagóður máti at fara við smáum børnum.
Afturat hesum eru óteljandi frásagnir um, at tey, sum rita inn í skipanina ofta, og í summum førum eru skjót at klikkja, sleppa skjótari framat plássunum. Hvussu nógv passar av hesum, veit eg ikki, men tað tykist eisini at vera fatanin hjá fleiri býráðslimum, sum undirritaði hevur tosað við, at skipanin BARN minnir meira um eitt eydnuspæl enn eina rættvísa skipan. Ein hevði fingið at vita, at hon “hevði ikki ritað inn so ofta,” og fyrisitingin hevði skilt hetta sum, at hon ikki hevði víst ansingarplássum nóg stóran áhuga, og tí var onkur annar tikin fram um. Um nakað av hesum passar, so er talan um álvarsligt brot á rættartrygdina.
Havnarborgarar fyri vanbýti
Men hóast talgilda skipanin hjá kommununi kann tykjast vitleys, so er tað fyrst og fremst viðvíkjandi manglandi framskygni hjá fyrisitingini og býráðnum, og (sum avleiðing av hesum) vantandi stovnsplássum, har kommunan fyrst og fremst fær dumpikarakter. Hetta er kanska eisini orsøkin til, at skipanin BARN als ikki virkar eftir ætlan.
Tá ið barnið ikki kann ansast á stovni, er foreldrið við tí størru inntøkuni til arbeiðis, meðan hitt foreldrið er heima við barninum. Í Føroyum vísa hagtølini, at hetta aloftast er kvinnan í húskinum. Spurningurin um vantandi barnaansing er sostatt ikki bara viðkomandi fyri samlaðu fíggjarorkuna hjá barnafamiljum, men sanniliga eisini fyri starvsaldur og yrkismøguleikar hjá teimum, sum eru heima við børnunum.
Er tað ikki pláss, er tað ikki raðfest
Samstundis sum veruligur trivnaður verður forsømdur, verða pengar brúktir at lata partar av Havnará upp aftur. Alt í lagi við tí. Eg skilji væl. Í politisku tankagongdini hevur trivnaður týdning, men bara í tann mun trivnaður eisini kann skaffa atkvøður. Trivnaður er sekunderur í mun til popularitet, og tí verður dentur lagdur á tað, sum er meira sjónligt, meðan veruligur, men minni sjónligur, trivnaður, kemur í aðru røð.
Tá ið svarið frá kommununi er, at “tað er ikki pláss,” so kann tað ljóða sum um, at onkur gátufør kraft, sum er komin uttanífrá, hevur borið so í bandi, at øll ansingarplássini brádliga eru upptikin. Sum um kommunan ikki hevði kunna roknað út, at hetta fór at henda. Veruleikin er hinvegin, at er tað ikki pláss, so er tað ikki raðfest!
Men tað at forsøma eina so grundleggjandi tænastu kann koma at bíta sitandi býráðið aftur í halan. Fyri tað fyrsta tí at fólk minnast, tá ið myndugleikarnir ikki røkja sínar skyldur, og eisini tí at Havnin als ikki sjálvsagt verður best umtókta staðið í Føroyum at seta búgv. Tað ironiska við tí heila er, at um tú býrt í einum av kommununum nær við høvuðsstaðin, so hevur tú betri atgongd til arbeiðspláss í Tórshavnar Kommunu enn ein borgari í Tórshavnar Kommunu hevur. Tað er longu dýrt at keypa ella leiga bústað í Havn, og um havnarborgarar samstundis eru fyri vanbýti á arbeiðsmarknaðinum, so verður havnin minni dragandi enn hon hevur verið – í hvussu er fyri ung fólk og komandi barnafamiljur.
Rógvi Olavson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald