Sørvágs kommuna: Kommunan keypti bygningin fyri fýra árum síðan, men trupult hevur verið at fingið semju um, hvat skuldi gerast við hann. Núverandi bygdaráð valdi at seta bygningin til sølu - tó við ymiskum treytum, tí klausulur er á ognini. Kommunan treytaði sær eisini at kunna vraka øll møgulig boð, men valdi tó at taka av boðnum hjá Bárði Henriksen.
Ætlanin er at fáa lív aftur í húsið, sigur nýggi eigarin. Staðsetingin er í hjartanum í bygdini, og hetta letur upp fyri nógvum møguleikum. Bygningurin er í ringum standi, og dagføringar eru alneyðugar, og verða gjørdar leypandi.
Fyrsta tiltakið verður á føstulávint, tá tað verður skipað fyri almennari tunnusláing og dansi aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald