"Prenez garde aux enfants!"
Fyrr í hesi vikuni kom ein greining frá Danska Tjóðbankanum um tann føroyska búskapin.Niðurstøðurnar eru í høvuðsheitum tríggjar:
??? Búskapurin er í einum hákonjunkturið, við høgum prísum á alilaksi og góðum fiskiskapi
??? Fíggjarpolitikkurin er ikki við til at javna búskaparligu menningina
??? Yvirskotið á fíggjarlógini er alt ov lítið
Gjørdi mær tann ómakin at ognað mær hesa frágreiðing, og við 2,50+ handilsbrillum setti eg meg atlesað hana, úr enda í annan. Eftir at hava plógt meg gjøgnum fyrstu fýra síðurnar, renna eyguni eftirsíðu 5. Tað er ikki sørt at brillurnar hava hug til at detta langt niður á nøsina, tá eg síggi Danskitjóðbankin hevur úr føroyum fingið at vitað, at óvanligur vinningur í fiskivinnuni er 1 milliard og hettaskal verða við til at tryggja fíggjarpolitiskt haldbarið í longdini.
Trýsti brillurnar uppá nøsina aftur, og lesið einaferð aftur. Eina heila milliard! Jú, her stendur einmilliard. Og mín sann stendur eisini hvar hesir upplýsingar koma frá: Ríksisumboðinum. Tað er berteitt at gera; seta brillurnar væl til rættis og lesa meir. Finni fram til, at Ríkisumboði hevur sent einafrágreiðing til Føroyanevndina á Fólkatingið í 2017. Hesa finni eg fram, og har stendur at:
Man mener, at der ligger en stor ressourcerente i de levende ressourcer, som Færøerne harret til atfiske. Landsstyreområdet for fiskerianliggender vurderer, at der i 2015 var enressourcerente eller overnormal profit inden for fiskeriet på omkring 1 mia. kr. fordelt medomkring 750 mio. kr. indenfor det pelagiske fiskeri, 200 mio. kr. i fiskeriet i Barentshavetog omkring 50 mio. kr. i bundfiskeriet ved Færøerne
Eina tilfeingisrentu uppá eina milliard. Javel hugsið eg. Hetta er so í øllum førum ikki nakað eg kennitil.Ikki soleiðis uttan at hugsað meg um. Eitt sindur undrunarvert er at lesa eina frágreiðing fráDanska Tjóðbankanum, sum hevur upplýsingar frá Ríkisumboðnum, sum hevur teir fráFiskimálaráðnum. Soleiðis er tað nú einaferð, og soleiðis eigur tað kanska at verða. Men eg kann ikkilata verða við at hugsa um hesa milliardina; er tað nakað sum eg havi yvirsæð í øllum tí dagligameldrinum við kreditorum, debitortryggingum, goymsluleigu, debitorfígging, staðfest tab osfr. Eri egvorðin støddfrøðiliga retarderaður sum so nógv onnur, og mist fótafesti til dagliga verðuleikan vit livaí her í landnyrðings Føroyum? Tankameldurin heldur fram, men við eitt komi eg at hugsað um, tá viteinaferð í 7. Klassa í ??sá skúlanum lærdu um Algebra, har vit lærdu at rokna við broytiligum tølum oglíkningum. Haldi vit kallaðu tað fyri bókstavarokning, tí tað altíð vóru bókstavir vit roknaðu við. Soseti meg at leita eftir, hvussu hendan vælsignaða tilfeingisrentan verður roknað. Og frymilin finni eg íBúskaparfrágreiðingi fyri 2014. Skal royna at seta frymilin upp:
Hetta sær nakað búskapartekniskt út, men onkur ráðstevna hevur verið fyri DUMMIES, sum egtíverri ikki var á, so eg má gera tað eftir tí leisti sum tey serkønu seta upp. Stutt sagt hava vit eina staðfesting sum sigur, at: Tilfeingisrenta er Virðisøking, frádrigið vanlig hýra og vanligtavkast hjá Reiðarínum.
Nú tá eg havi arbeitt við uppisjóvarfiski nokk so leingi, so kenni eg virðisøkingina og tølini fyriavkastið av kapitalinum. Hetta eru tøl sum eru almenn tilgeingilig. Frá føroysku búskaparfrøðinier staðfest at eitt hóskiligt avkast av kapitali er 6% (Eitt tal sum eg haldi íleggjar ogfíggingarstovnar heldur skulu koma við). Hetta kann útroknast frá rokniskapunum hjá viðkomandifeløgum. Tað einasta vit ikki kenna, er hvat er ein vanlig hýra, so hetta er ta einasta vit ikkikenna, so tað má roknast. Og her kemur tað væl við, at eg var í skúla tann dagin í 7. Klassa, távit lærdu um reglur við algebra, at býta og falda, leggja afturat og draga frá báðu megin ??? = ??? Solatum okkum fara í gongd.
Hetta sær út til at gerast nakað tekniskt kanska, og tó so. Hettasnýr seg bert um at draga frá. Lat meg siga beinanvegin, at egkenni bert til uppisjóvarvinnuna og lítið og onki til restina avfiskivinnuni. So lat meg halda meg til hana í høvuðsheitum.
Virðisøkingin fyri uppisjóvarflotan fyri 2015 var 886 milliónir. Hettatal kemur frá einum umsetningi sum er 1230 mió og leypandikostnaðum sum eru 344 mió. Vanliga avkastið er roknað til atverða 77 mio, sum er 6% av 1.277 mio.
Nú er klárt at seta inn í frymilin, sum búskaparáði og fiskimálaráðiog tann Danski tjóðbankin fyri 2015 roknað við. Eftir stendur:
Vanlig løn = 886 ??? 750 ??? 77
Vanlig løn = 59 mió kr.
Hygga síggj. Hetta eru nýggir tónar í ljóða, mens søtur tónleikur er hetta ikki fyri vanligasjómannin í øllum førum. Also hava vit í landnyringsføroyum liva av ??NORMALARI L??N, sum er413-59= 354 mió kr, bara fyri 2015. Trúgv tí hvør í trúgva kann, men soleiðis sær roknistykki út.Havi ikki sæð tað fyrr, men nú havi eg so gjørt mær tann ómakin at roknað tað, og hetta er góðvenjing í øllum miðnámskúlum í føroyum, at fara ígjøgnum, skipabólk fyri skipabólk. Havi sjálvurroynt at hugt eftir øllum flotanum, og komi fram til, at tann ??RNOMALA lønin í fiskivinnuni er áleið 500 mió. Og hugsið tykkum roknistykki, har ongin íleggjari leggur eina krónu í fiskivinnuna,uttan at hann fær minst 12% í avkasti, eftirsum at hon er ein há-váða vinna. Tá er ikki ein krónaeftir til lønir; trúgv tí hann í trúgva vil. 6% er rentan sum Búskaparráði metir verða tann rætta tilkapitalavkast. Men eitt tori eg at pástanda: 6% byggir ikki land og ei heldur nakran nýggjanskipaflota.
Tað er hugstoytt at lesa og síggja, hvussu fiskivinnan í hesum døgum verður handfarin avlandstýri, frøðingum og tingfólki, uttan at hava eina hóming av hvat hon í veruleikanum snýr segum. Enn meiri hugstoytt er at hoyra um rang-hugmyndir frá danska tjóðbankanum, sum onkihava við veruleikan at gera, og sum stava frá okkum í Føroyum. Tann sum trýr og heldur ogmeinar, at hetta sum eitur tilfeingisrenta, og tilfeingisgjald og uppboðssøla og hvat veit eg, ikkikemur at hava eina ógvusliga ávirkan á vinnuna má trúgva umaftur. Og so serliga tey tingfólk,Um: Tilfeingisrentan = Virðisøking ??? Vanlig løn ??? Vanlig avkastSo er: Vanlig løn = Virðisøking ??? Vanligt avkast ??? Tilfeingis rentanTøl fyri Uppisjóvarflota 2015Mio krUmsetingur 1.230Leypandi kostn. 344Virðisøking 886Vanligt avkast. 77Tilfeingisrenta 750Núverandi løn 413Vanligt avkast er 6% av einum samlaðumkapitalvirði á 1.277 miósum burdu havt eitt sindur til yvurs fyri teirra nærumhvørvið. Tá Ríkisumboði við upplýsingum tilFøroyanevndina og víðari til Tjóðbankan kemur við upplýsingum, sum koma úr okkara egnafiskimálaráð, um ein tilfeingisrentu á 750 mió; ja so havi eg ikki annað at fyrihalda meg til at hettaer so. Og eitt veit eg; um tilfeingisrentan skal koma nær námind 750 mió, við verðandi høgukvotum, so skulu hýrurna niður við meir enn 350 mió kr, ella tætt við 0, og tá hevur reiðarinskarva sín vinning niður á 6%, sum stevnir móti hóttafallið. Og tað kemur at svíða, so dyggiliga.Og bert har, sum hýrurnar eru; í landnyrðings Føroyum.
Jú hetta minnir meg um ævintýrið hjá H.C. Andersen ???Det er ganske vist???. Um hønuna, sumpikkaði eina leysa fjøður, sum stóð og peiðaði út, og hevði á orði: ???Jú meir eg pikki mær, ja júlekrari gerist eg???. Og sum tað nú einaferð er í hesi verðini, so lurta vit, og tó lurta vit ikki. Oghønan, sum lá við síðuna av og kundi ikki sovnað, vakti næstu hønu og mátti líka siga við hana,at nú var tað ein høna, sum vildi pilka fjaðrarnar av, tíð hon vildi tekkjast hananum. Og restina avsøguni kenna vit. Tá søgan hevði verið runt í grannalagnun, var fjøðurin blivin til 5 spilnaknarhønir, um pikkaðu seg til deyða, tí ongin av teimum fekk hanan. ???Tað er heilt víst??? fortaldi hønan,sum hevði frætt um søguna, og hinar hønurnar reistu fjaðrarnar, og sjálvt hanin lat reykin falla.
Men Uglan, so vís sum hon var, hevði eisini hoyrt søguna í grannalagnum, men tá hon fortaldisøguna víðari, viðmerkti hon: "Prenez garde aux enfants!" Hetta er als ikki fyri børn.
Hvussu milliardin skal verða til veit eg ikki, men leiðin hartil er als ikki fyri børn. Tær fyrstu 300milliónirnar eru longu í Fíggjarlógini fyri 2018. Og tann sum heldur at 300 mió ikki fara at fáa einaneiliga ávirkan á økið í Føroyum har tær verða tiknar frá; Ja um viðkomandi ikki trýr uppá hønir,so trýr viðkomandi við vissu uppá Jólamenn. Men kanska Kringvarpsfokusið á Katalonia hesaseinastu vikuna fer at geva íblástur til Landnyrðings Føroyar!
Á Mikkjalsmessu 2017, Pól Huus Sólstein
P.S. Ices er júst í hesi løtu komin við síni tilráðing til uppisjóvarkvoturnar fyri 2018:
Sild: 546 túsund tons í 2018, móti 646 túsund tons í 2017 ( -100.000 tons)
Makrelur: 550 túsund tons í 2018, móti 857 túsund tons í 2017 ( -307.000 tons)
Svartkjaftur: 1.387 túsund tons, ið er á leið tað sama sum í 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald