
YVIRLÝSING
Landsfelag Pensjónista vil við hesi yvirlýsing heita á landsmyndugleikarnar, at broyta fylgjandi viðurskifti:
1.??tgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.
Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.
2.Hækka grundupphæddina.
Skattafría grundupphæddin skal hækkast við 580 kr., so hon
kemur upp á somu upphædd, sum hon var áðrenn 2016, tá
løgtingið lækkaði hana.
3.Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000.
Tað skal kunna løna seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur.
4.Fráfaringaraldurin skal burtur.
Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna
aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.
Samtykt á formansfundi 2. apríl 2019
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald