
Hagstovan skrivar: Her eru talvur sum vísa tal av persónum í ymiskum inntøkubólkum. Við í teljingini eru øll, sum eru 15 ár og eldri.
Inntøka er allur tann peningur, sum er fingin til vega í gjøgnum árið, sum persónurin hevur møguleika at gera nýtslu av.
Inntøkan hjá einum persóni kann koma frá ymiskum keldum:
- Lønfyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
- Veitingarfrá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur.
- Ognarinntøka,so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
Samlað inntøka hjá einstaklingum
Samlað inntøka er øll inntøka tilsamans áðrenn skatt.
Ein lítil helvt 48% av persónunum liggja millum 0 og 250 tús. í inntøku í 2018. Ein góður triðingur 34% liggur millum 200-400 túsund. Ein fjórðingur 25% liggja millum 400 tús. og 1 millión, og um 2%, ella 832 persónar, høvdu eina inntøku yvir milliónina í 2018.
Tøk inntøka hjá einstaklingum
Tøk inntøka er inntøkan eftir skatt.
Eftir at allur skattur og gjøld eru drigin frá, er talið av persónum í teimum ymsu inntøkubólkunum nakað broytt.
Eftir samlaðari inntøku ??? áðrenn skatt - vóru yvir 15.000 føroyingar í teimum niðastu bólkunum ??? millum 0 og 200.000 kr. Eftir tøkari inntøku ??? eftir skatt ??? eru yvir 22.000 í somu bólkum. Hetta svarar til, at 56% hava eina tøka inntøku millum 0 og 200.000 kr., um 40% hava tøka inntøku millum 200.000 og 500.000 kr. og restin - um 4% - liggja omanfyri 500.000 kr. í tøkari inntøku. 255 persónar ??? 0,6% - høvdu í 2018 yvir eina millión eftir at brúka, tá skatturin var goldin.
Á síðuni um inntøkubýtið og í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á aldur, øki og kyn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald